Fær hugskot av at liva og vera erligur

Steintór Rasmussen hevur skrivað nýggja krimi um hart raktan bindiklubba

Hálvt ár eftir, at Steintór Rasmussen lat úr hondum sína fyrstu krimiskaldsøgu við heitinum “Deyðin kemur í bindiklubb”, er arbeiðssami klaksvíkingurin klárur við næstu krimiskaldsøguni “Hevndin úr havsins dýpi.”

Eins og í fyrru bókini, so gloppar Steintór Rasmussen dyrnar fyri lesaran at sleppa innum í Føroya mest vanlukkurakta bindiklubba, tann hjá teimum seks vinkonunum Bjørg, Ronja, Jórun, Anita, Lina og Maria.

Í fyrru bókini var útgangsstøði eitt jólahald hjá bindiklubbanum, meðan seinna bókin gongur fyri seg í einum av norðastu bygdunum í landinum, Gjógvará, har bindiklubbavinkonurnar hava sett hvørjari aðrari stevnu til ein vikuskiftistúr hálvt ár eftir hendingina í fyrru bókini.

Hugnaligi summarhústúrurin hjá teimum seks vinkonunum fær tó ein bráðan enda, tá Bjørg hvørvur sama kvøld, sum eini summarhús í bygdini standa í ljósum loga og líkið av gamla skúla skúlalæraranum verður funnið í hjallinum. 


- Eg havi ansað væl eftir, at eg ikki havi plagierað nakran annan. Tað er mítt hugskot at skriva bøkurnar út frá einum bindiklubba, tí tað er nakað eyðkent føroyskt. Vanliga eru høvuðspersónar í krimiskaldsøgum yvir 50 ár, fráskildir, einsamallir og drekka eitt sindur ov nógv, men eg valdi heldur at arbeiða við fleiri høvuðspersónum, sigur Steintór Rasmussen. 



Hóast rithøvundurin ikki ynskir at plagierar onnur verk, so merkir tað ikki, at hann als ongan íblástur hevur fingið frá øðrum.

- Flestu hugskotini fái eg av at liva og vera erligur, men nøkur hugskot koma eisini frá at lesa aðrar bøkur og lata seg kveikja av øðrum persónum og umhvørvum. Um man einki læs, so hevði tað nokk verið trupult at fari í holt við eina slíka krimirøð, sigur Steintór Rasmussen.

Ætlanin er, at ein triðja bók í røðini kemur út seinni.