Fult umfar er á skránni í superliguni hetta vikuskiftið, og sæð við føroyskum eygum verður mest áhugaverdi dysturin uttan iva í Århus, har AGF tekur ímóti oddaliðnum, Herfølge.
Heimaliðið hevur føroyska verjuleikaran, Óla Johannesen, við í hópinum, men tað man vera heldur ivasamt, um hesin verður at síggja á vøllinum sunnudagin. Óli hevur als ikki leikt á besta liðnum, síðani kappingin aftur fór í gongd, so útlitini eru ikki tey bestu hjá honum.
Hinvegin man lítið vera at ivast í, at ein annar føroyingur, nevnliga Jákup Mikkelsen, fer at verja málið hjá gestunum úr Herfølge.
Higartil hevur hann verið fremsta valið hjá venjaranum, John Faxe Jensen, og hóast Herfølge nú hevur tapt tveir dystir á rað, er eingin, sum hevur givið førøoyska landsliðsmálverjanum skuldina fyri hetta.
Hjá báðum liðum hevur dysturin rættuliga stóran týdning, tí meðan AGF berjist fyri at fáa niðurflytingarvandan burtur, skal Herfølge skjótt í holt við at vinna sær nøkur stig, um teir framhaldandi ætla sær at vera við í toppinum.
Todi ivasamur
Triði føroyingurin í superliguni, Todi Jónsson, hevur enn ikki verið víð síðani vetrarsteðgin, men hetta kemst av, at hann hevur verið skaddur í knænum.
Seinast vit frættu, var ivasamt, um hann verður á liðnum, tá FCK skal á vitjan hjá Vejle. FCK hevur ikki havt nakað serliga gott kappingarár higartil, men kappingin hevur kortini verið somikið jøvn, at liðið framhaldandi hevur møguleika at tryggja sær europeiska luttøku komandi ár.
Hetta krevur tó, at liðið nú fær nakrar sigrar á rað, og í øllum førum skuldi ikki verið ógjørligt at vunnið tvey stig leygardagin, tí Vejle er í svárari kreppu, og liggja niðastir á stigatalvuni.
Hinir dystirnir
Hinir dystirnir hetta vikuskiftið eru Viborg-Esbjerg, Aab-OB, AB-Silkeborg og Brøndby-Lyngby.
Serliga er áhugin stórur fyri dystinum millum Brøndby og Lyngby, tí hetta eru liðini, sum í løtuni eru á øðrum og triðja plássinum á stigatalvuni.
Vinnarin av hesum dysti kann sostatt fáa ein avgerandi fyrimun í oddastríðnum, men fyri gullvónirnar hjá Herfølge hevði helst verið best, um eingin vinnari var av hesum dysti.










