Fær helst deyðadóm fyri smugling

Løgreglan í Teilandi hevur tikið eina suðurafrikanska kvinnu og skuldsett hana fyri rúsevnasmugling. Kvinnan varð tikin á flogvøllinum í Bangkok, og sambært løgregluni hevði hon tvey kilo av amfetamini í viðførinum.

Tann suðurafrikanska kvinnan eitur Adelina Ntshebleng Lephutha Ononiwu og er 31 ára gomul. Hon var á veg úr Afrika til Kambodia, men á vegnum millumlendi flogfarið í Bangkok. Har hevði løgreglan fingið eina ábending um, at kvinna kanska royndi at smugla rúsevni, og hetta vísti seg eisini at vera so.

Kvinnan hevur greitt teilendsku løgregluni frá, at ein maður úr Nigeria bað hana til Kambodia við viðførinum. Hon fekk 760 amerikanskar dollarar frá manninum afturfyri og skuldi fáa 6.300 dollarar afturat, tá hon kom til Kambodia við viðførinum.

Nú verður kvinnan ákærd fyri rúsevnasmugling, og í Teilandi merkir tað, at hon verður dømd til deyða. Tað er tó ikki vanligt, at myndugleikarnir fremja deyðadómar í verki.