Fór gjøgnum tingið

Lógin um at lata fiskirættindi fara á uppboðssølu fór gjøgmum Løgtingið við 2.viðgerð í gjár - nú er spenningur til 3. viðgerð

Spenningurin var stórur um lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoyddal, Tjóðveldi, fór at fáa undirtøku, nú tað var til 2. viððgerð.

 

Tað vísti seg, at tað fekk tað og nú er so nýggjur spenningur um, hvat fer at henda, tá ið tað skal endaliga samtykkjast.

 

Allar súðir eru ikki siftar enn, tí enn verður togast aftur og fram um smálutir í málinum - millum annað um, hvat skal henda við fiskinmum, sum verður seldur á uppboðssølu.

 

Skal hann virkast í Føroyum ella skulu ognar treytir fylgja við.

 

Júst hetta verður millum annað kjakast um, nú millum 2. og 3. viðgerð