Fær flest gul kort í mun til spældar minuttir

Opta hevur roknað fram til hvørjir spælarar í Premier League fáa flest gul kort í mun til tíðina teir eru á vøllinum

Ítróttarhagtalsfyritøkan Opta hevur roknað fram til hvørjir spælarar í Premier League hava fingið flest gul kort í mun til spælitíðina teir hava fingið í Premier League hetta kappingarárið.

 

Norski miðvallarin, Stefan Johansen liggur ovast á hesum keðiliga listanum. Stefan Johansen hevur spælt 411 minuttir fyri Fulham hetta kappingarárið, og hevur higartil fingið fýra gul kort. 

 

Næstringasti syndarin er Phil Bardsley hjá Burnley.

 

Yvirlitið yvir teir spælararnar í Premier League sum fáa flest gul kort í mun til spælitíðina sær soleiðis út:

 

Gul kort pr minut:                                                            NAVN:                                                                           SPÆLDIR MINUTTIR        GUL KORT           Minuttir pr kort

Johansen, Stefan

411

4

102.8

Bardsley, Phil

450

4

112.5

Schär, Fabian

574

5

114.8

Oriol Romeu

535

4

133.8

Saïss, Romain

271

2

135.5

Fredericks, Ryan

286

2

143.0

Lerma, Jefferson

1111

7

158.7

Snodgrass, Robert

997

6

166.2

Lichtsteiner, Stephan

334

2

167.0

Brady, Robbie

508

3

169.3

Wilshere, Jack

339

2

169.5

Sokratis

849

5

169.8

Kayal, Beram

689

4

172.3

Antonio Valencia

359

2

179.5

Cunningham, Greg

360

2

180.0

Kilde: Opta