Færøernes Mellem- og Realskole

Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn, søknast vit eftir nøkrum nøvnum, ið mangla til hesa myndina.

 

Myndin er av børnum í ymiskum flokkum í millum- og realskúlanum á eini útferð í Lamba miðskeiðis í 30-unum. Tummas Nygård og Richard Long eru við sum lærarar og Óla Svend Svendsen er við sum ferðaleiðari. Kanska hevur útferðin verið í samband við søguna um handilsskipið “Norske Løve”, sum fórst í Lambavík í 1707.

 

Vit kenna nakrar av næmingunum, teir eru: nr. 2 Jóannes Jacobsen, nr. 5 Bent Restorff, nr. 9 Edgar Arge, nr. 11 Esther Lützen (g. Djurhuus), nr.12 Marianna Simonsen (g. Thomsen), nr. 13. Johan Weihe, nr. 14, Knút Lützen, nr. 15 Hákun Jacobsen, nr. 17 Rósing Rasmussen, nr. 18 Hanna Michelsen (Pitte) (býr í Danmark), nr. 19 Inger Højgaard (býr í Danmark), nr. 20 Gunnar Waagstein, nr. 22 Tummas Nygård (lærari), nr. 23 Richard Long (lærari), nr. 24 Óla Svend Svendsen (ferðaleiðari), nr. 25 Svend Nielsen nr. 30 Godtfred Dam, og nr. 31 Jógvan á Lag.

 

Vit søknast eftir nøvnunum á nr. 1, 3, 4, 6, 7, 8, 10, 16, 21, 26, 27, 28, og 29.

 

Tey, sum kennast við hesar næmingar ella vita meira í sambandi við hesa myndina, vera vinarliga biðin um at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir, tel. 316024 ella 226024.

 

Annars leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at siga sær frá. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).