MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya hava skrivað undir leigusáttmála við Færøernes Kommando í dag, sum hevur við sær, at Færøernes Kommando í næstum flytur inn í leigaði hølir á Tinghúsvegi 64 í Tórshavn, har MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovnur Føroya dagliga húsast.
Í Danmark er gjørd ein politisk semja um, at Færøernes Kommando og Grønlands Kommando skulu leggjast saman í eina Værnsfælles Arktisk Kommando, sum verður staðsett í Nuuk í Grønlandi. Samanleggingin av Færøernes Kommando og Grønlands Kommando er m.a. gjørd fyri at gera virksemið hjá donsku verjuni í Norðuratlantshavi meira virkisført.
Færøernes Kommando, sum í sambandi við samanleggingina við Grønlands Kommando skiftir navn til Forbindelseselement Færøerne under Værnsfælles Arktisk Kommando, riggar tískil í hesum døgum av sítt virksemi í Mjørkadali og flytur inn til MRCC/Tórshavnradio og Tilbúgvingarstovn Føroya á Tinghúsvegi 64 við 4-6 starvsfólkum. Virksemið, sum danska verjan higartil hevur havt í Føroyum við verjuskipi og tyrlu, heldur áfram sum vanligt.
Væntandi fara starvsfólkini hjá Færøernes Kommando at flyta inn í hølini á Tinghúsvegi 64 um miðjan august. Nakrar umvælingar skulu gerast, áðrenn klárt er at flyta inn.