Eg fái illa - við skili - sagt nakað um tað, sum spurt verður um, sigur løgmaður í svari til Kára P. Højgaard. Løgtingsmaðurin hevur spurt løgmann, um tað kann góðtakast, at leiðslan í Eik Banka fekk milliónir sum »gylt lógvatak«.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur sett løgmanni skrivligan fyrispurning í sambandi við, at Marner Jacobsen og Bjarni Olsen fingu fleiri milliónir sum »gylt lógvatak«, tá teir vórðu koyrdir frá sum stjórar síðsta heyst eftir at hava stýrt bankanum á húsagang. Spurningarnir hjá Kára P. Højgaard vóru fimm:
1. Heldur løgmaður, at tað kann góðtakast, at bankaleiðsla, sum hevur stýrt einum banka í óføri, samstundis sum bankin fer á húsagang, fær ?gylta lógvatakið?, og í hesum sambandi útgoldið eina ovurstóra upphædd?
2. Metir løgmaður, at nevndin í Eik hevði heimild at útgjalda stjóranum milliónaupphæddina, tá bankin í veruleikanum var innsolventur?
3. Hevur Finansiel Stabilitet sett kanningar í verk av húsaganginum hjá Eik Banka Føroyar til tess at fáa staðfest, um alt er farið rætt fram?
4. Hvør hevur heimild og/ella skyldu at stevna eftir ov nógv útgoldnari samsýning og at stevna fyri ábyrgd?
5. Eru nøkur stig tikin frá føroyskari síðu til tess at fáa omanfyri nevndu spurningar svaraðar?
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, svarar soleiðis:
»Til 1: Leiðslan fær løn og fráfaringarløn sbr. teirra setanaravtalum. Vanliga eru setanaravtalur góðkendar av nevndini, sum er vald av partaeigarunum á aðalfundi.
Vit mugu ganga út frá, at setanaravtalurnar, tá ið tær vóru gjørdar, hava verið í bankans og partaeigaranna áhuga.
Sum løgmaður havi eg ongar lógaheimildir í hesum sambandi, eins og málsøkið peningastovnar ikki er yvirtikið. Heldur ikki kenni eg til detaljurnar í setanaravtalunum og havi ikki lógakrav um innlit í tær.
Eg fái tí illa, við skili, sagt nakað um tað, sum spurt verður um.
Til 2: Peningastovnseftirlit er danskt málsøkið, so eg havi ikki heimild at leggja meg út í hendan spurning. Men, eg skilji, at málið verður kannað av dønum, sí svar uppá sp. 3.
Til 3: Mær er upplýst, at tað eru settar í verk tvær kanningar av viðurskiftunum í Eik Banka P/f og Eik Bank Danmark A/S. Finanstilsynet ger eina kanning, og Finansiel Stabilitet ger eina uttanveltaða advokat¬kanning.
Kanningin hjá Finanstilsynet verður gjørd samsvarandi reglunum í lov om finansiel virksomhed, har givin verður ein frágreiðing um viðurskifti kring bankarnar.
Advokatkanningin verður gjøgnumførd í samstarvi millum ein danskan og ein føroyskan advokat. Kanningin er umbiðin av Finansiel Stabilitet og hevur til endamáls at fáa greiðu á, hvørt talan er um ábyrgdandi ella revsiverdar gerðir í Eik Banka P/f og Eik Bank Danmark A/S.
Sum skilst verður advokatkanningin hjá Finansiel Stabilitet helst liðug í summarhálvuni í ár, meðan kanningin hjá Finanstilsynet verður liðug seinni enn tað.
Til 4: Her má skiljast í millum endurgjaldsábyrgd fyri av órøttum útgoldnar upphæddir og krav um revsing fyri lógabrot í samband við slík útgjøld.
Endurgjaldsábyrgdarkrøv kann ein og hvør seta fram, sum kann skjalprógva, at hann hevur havt ein fíggjarligan miss av útgjaldinum. Í roynd og veru er tað helst bert sitandi nevndin í partafeløgunum, sum hava framt útgjøldini, sum kunnu seta fram endurgjaldskrøv, kanska eisini partaeigararnir í partafelagnum áðrenn skrædlið, hvørs partapeningur nú er settur til 0.
Revsisøk í slíkum málum hevur bert fútin ræði á. Hann fer neyvan at gera nakað við slíkt mál, uttan so er, at Finanstilsynet ella Finansiel Stabilitet meldar, men tað kann tó ikki útilokast, at hann fer undir sakargransking, kann privatpersónur sannføra hann um, at rímiligur illgruni er um revsiverdan tilburð í peningastovninum.
Til 5: Landsstýrið hevur javnan samband við danskar myndugleikar um spurningar viðvíkjandi eftirlitinum við føroyskum peningastovnum.«