Fær ein mugu øll fáa

Jóannes Eidesgaard segði við Dag og Viku í kvøld, at fær ein bilaeigari mvg-endurgjald, eigur hetta at vera galdandi fyri øll. Talan er um eina higar til óhoyrda kúvending í málinum um mvg-krøvini, sum hava heglað yvir Taks, síðani ein bilakeypari á heysti 2006 fekk viðhald frá Skatta- og avgjaldskærunevndini í einum kravi um, at hann átti at fáa endurgjald, tí Taks ikki hevði lógarheimild at krevja mvg av skrásetingargjaldinum á bili hansara.

Talan er um lógaráseting, sum var galdandi frá 1999 til 2005. Herfyri staðfesti Føroya Rættur, at lógarheimildin fyri hesum ikki var í lagi. Samstundis varð tó sagt, at mvg-krøv av hesum slag fella fyri vanligu fimm-ára fyrningarfreistini. Og tí eru tað í dag bert bilaeigarar, sum hava keypt bil í tíðarskeiðinum frá januar til 29. apríl 2004, ið kunnu krevja mvg-endurgjald. Hetta umframt tey, sum longu hava stevnt eftir pengunum.

Men í Degi og Viku segði fíggjarmálaráðharrin fyri egna rokning, hvør hansara fatan var. Nevnliga at hevur ein bilaeigari fingið viðhald í sínum kravi, verður trupult at siga nei til onnur. Og at málið tí væl kann enda við, at íalt 125 milliónir skulu gjaldast úr landskassanum til teirra, sum hava keypt bil í tíðarskeiðnum, sum talan er um.

Jóannes Eidesgaard legði tó dent á, at talan var um hansara persónligu áskoðan um málið, sum tá gerst meira politiskt enn juridiskt.

Enn er ikki greitt, um Taks góðtekur úrskurðin í Føroya Rætti, ella um málið verður kært til landsrættin.