Í ár eru 40 ár, síðani fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Winston Churchill doyði, og í tí sambandi verður eitt serligt Churchill-savn latið upp í London tann 10. februar. Hjásødd verða fleiri, sum arbeiddu saman við gamla leiðaranum, teirra millum ein kvinna, sum var skrivari hjá Churchill. Hon er tann einasta av skrivarum hansara undir seinna heimsbardaga, sum framvegis er á lívi.
Á savninum eru ymsir lutir, sum lýsa lívið hjá Churchill. Millum lutirnar er ein skammbyrsa, sum Churchill brúkti, tá hann flýddi úr einari fangalegu undir boarakrígnum í Suðurafrika, og har eru eisini skjøl, myndir og annað, sum stava frá politiska lívi hansara. Sum vera man eru eisini tær væl kendu sigarirnar hjá Churchill eisini á savninum.
Nýggja savnið, sum er við Westminster, hevur kostað einar 150 milliónir krónur.










