Fyrst í juni fer rætturin í Horsens í Danmark undir at viðgera eitt sera umfatandi revsimál.
Høvuðspersónurn í hesum máli er Jan Allan Müller, sum var stjóri í Injektor Trawldoors, og skuldsetingarnar móti honum eru nógvar, 18 í tali.
Tað var eftir at Injektor Trawldoors var farin av knóranum, at bústjórin kom eftir, at alt ikki hevði ruggað rætt í fyritøkuni. 10. juni 2010 meldaði bústjórin Jan Allan Müller og bókhaldaran fyri at hava framt fíggjarigan kriminalitet fyri milliónir.
Seinni í 2010 vórðu skuldsetingarnar viðkaðar til eisini at hava verið framdar umvegis føroyska felagið FO900 Invest ApS. Hetta felagið fór av knóranum í fjør.
Jan Allan Müller og makkarin verða ákærdir fyri at hava svikað fyri næstan átta milliónir krónur.
Bókhaldarin er ikki skuldsettur fyri at hava svikað líka nógv sum stjórin.
Í rannsóknarbeiðinum hevur politiið ikki funnið nakran fjaldan pening, men kanningarnar vístu, at pengarnir streymaðu út av feløgunum til kontur hjá Jan Allan Müller.
Jan Østerggard, politiadvokatur fær ikki út í æsir greitt frá skuldsetingunum, tí ritið er ikki kunngjørt enn fyri teimum skuldsettu. Hann sigur tó, at tað snúgva seg um fíggjarligan undandrátt og skattasvik av serliga grovum slag og um skjalafalsan.
Rætturin í Horsens hevur sett sjey dagar av til rættarmálið, og dómur fellur væntandi fyrt í juli mánaði.