Daisy Sloan,
valvni hjá Fólkaflokkinum
? tað eru rættiliga nógvar familjur, stakir uppihaldarar, ung, eldri og rørslutarnað, sum ongan bústað hava.
? pensjonistar og onnur hava onki alternativ, skuldu tey ynskt ein minni og/ella ódýrari bústað
? tað eru nógv børn, sum onki ansingarpláss hava í dagrøkt ella dagstovni
? øll børn eiga, men hava ikki sama rætt til forskúla og frítíðarskúla
? skúlarnir eru ov smáir
? ongin skúlalækni er í Tórshavnar kommunu
? ikki allir nýføðingar í kommununi fáa vitjan av heilsusystir
? bíðilistin í Tórshavnar Musikkskúla er langur
? vegirnir treingja nógva staðni til ábøtur
? tað treingir til at fríðkast um nógva staðni í býnum
og eg kundi hildið fram.
Fólkaflokkurin ætlar at gera nakað við hetta, og við atliti til, at skattatrýstið ikki økist.