Í samband við at nýggja danska skaldsøgan ?Færøblues? kemur út verður skipa fyri móttøku í Leikalund fríggjadagin 23. november klokkan 16. Talan er um bók eftir Lisbeth Nebelong og hetta er hennara næsta skaldsøga. Lisbeth hevur búð í Føroyum sum barn og ung, eins og hon eisini seinni mangan hevur vitjað aftur higar.
Fyrsta verk hennara var ?Når engle spiller Mozart?, sum fekk nógva umtalu, tá ið hon kom út í 2003. Ætlanin er at geva út tríggjar bøkur, sum allar viðgera samanrenningina av danskari og føroyskari mentan í Norðuratlantiska samfelagnum. Hendan bókin ?Færøblues? er um Kára, ið sum 19 ára gamal flytur úr Føroyum og ikki vitjar aftur heima á klettunum fyrrenn 25 ár seinni, tá hann skal luttaka í eini konsert í Norðurlandahúsinum sum cellospælari. Nú hevur hann konu og børn og hetta verður ein tíð, har hann m.a. kemur til uppgerðar við bæði barndómin og mammu sína.
Øll eru hjartaliga vælkomin á móttøkuna fríggjadagin, har høvi verður at hitta rithøvundan. Lisbeth Nebelong fer at lesa upp út bókini og hon fer at greiða neyvari frá um bókina. Sjálv heldur hon eisini, at tað hevði verið spennandi við einum kjaki út frá teimum evnum, ið verða viðgjørd í skaldsøgum hennara. Høvi verður at keypa bæði hesa bókina og fyrru útgávu hennara, sum hon í hesum sambandi signerar.










