Fær bara 20 hermenn

Ovastin hjá NATO-hermonnunum í Afghanistan hevur sagt, at hann hevur tørv á umleið 2.500 hermonnum afturat til bardagan ímóti Taliban-deildunum, sum stríðast fyri lívinum har suðuri í landinum.

Men tað er líkt til, at generalurin sleppur at bíða leingi og til fánýtis. Einasta NATO-landið, sum hevur sagt seg vera sinnað at senda fleiri hermenn til Afghanistan, er Letland, men haðani koma bara 20 hermenn afturat. Týskland, Frakland, Italia, Spania og Turkaland hava sagt nei, og tað sama ger Danmark. Kanada skal kortini hava játtað at senda 120 mans og 15 stríðsvognar afturat til Afghanistan.

-Tað er ikki líkt til, at nakar vil senda fleiri hermenn til Afghanistan, sigur ein NATO-kelda við bretskla blaðið The Times. NATO hevur havt ta hernaðarligu leiðsluna í Afghanistan síðani tann 31. juli.