Fær bót og klipp fyri óforsvarliga koyring

Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra óforsvarliga.

Løgreglan sigur, at tey vóru á rundferð norðanfyri í einum vanligum persónbili, tá ið tey komu at liggja aftan fyri ein bil, sum koyrdi óforsvarliga.

Løgreglan sigur, at hann koyrdi væl skjótari enn loyvt er í bygdum øki. Tey fingu ikki steðgað honum beinanvegin, tí tað var so nógv ferðsla. Men tá ið hann kom úr bygdum øki, varð koyringin enn meiri ágangandi og í tí sambandi gjørdi bilførarin eina púra høpisleysa avkoyring. 

Løgreglan sigur, at bilførarin fær nú bót, og klipp í koyrikortið fyri óforsvarliga koyring.