Fær bót fyri at vera ófólkaligur ímóti løgregluni

Tað hevur verið rættiliga nógv folk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið friðarligt kortini. 

Men í Havn fær ein maður bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tá ið hann ikki fekk bara sær og loystu buksurnar og vísti løgregluni sín bera afturpart. Slíkur ófólkaligur atburður ímóti løgregluni kostar 800 krónur í bót.

 

Í Klaksvík fór ein føroyingur og ein útlendskur sjómaður til hendurs og avleiðingin av tí varð, at føroyingurin varð settur í varðhaldið, og har situr hann enn ímeðan løgreglan roynir at fáa greiði á, hvat tað er, sum er farið fram. Eisini aðrastaðni var komu folk til ilnar, uttan at stórvegir kom burtur úr kortini og eisini í hesum førum arbeiðir løgreglan við málinum fyri at vita um meiri skal gerast við tey.

 

Og í Suðuroy varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í nátt.