Fær bót fyri at lata lyklarnar liggja í bilinum

Løgreglan hevur tryggjað sær ymsar upplýsingar

Ein bilur, sum løgreglan eftirlýsti seinnapartin í gjár, varð skjótt afturfunnin.

Tað var ein bilur, sum var stolin í Hoyvík, men óvist er nær hann varð stolin. Bilurin varð nevniliga stolin onkustaðni í tíðarbilinum ímillum fríggjanáttina klokkan trý og leygardagin klokkan trý, ella í einum tíðarbili upp á hálvtannað samdøgur.

Seinnapartin í gjár varð bilurin so eftirlýstur og eina løtu aftan á varð boðað frá úr Vágum, at hann stóð parkeraður har.

Løgreglan sigur, at tey hava tryggjað sær tilfar, sum kann geva eina ábending um, hvør tjóvurin er.

Men eigarin fær undir øllum umstøðum bót fyri at hava latið lykilin liggja í bilinum.https://www.facebook.com/ForoyaPoliti/photos/a.768787606507390/3060700037316124/?type=3&eid=ARA5cRGTFmmVeI4a4AK5Yg4C_MGUQ9cMt9ZNy1JkTb0GgBNHJOch8U2hldfRFuotbc840NLKZlWpJiQh&__xts__%5B0%5D=68.ARCR-tNRO6w9qECkbceqIfPGavr6Gw9yJdRbWBchFeGuRO4XW7Q0bTAXUiK40MxXzgsOW5oEWwiVhEtNqcPmFVpgSJtRaBoPfQyXY8iiPNRA2HprTnTtpLWE9gjerwY2djiKadnXwjhFtbF8z75Ma0R-z-YpbdmULrL_BgAi6irElBdGq7lYbsSKezjDwogsqNf06DjgAisjCL0QD-mzQMPR-uklRIk0-GturHoJjzLgiKHasI1xjeYLzSSJzKACdPS_fldfs7lh8Eaud2XRPwDF_Kgx_TxdxQ_jiqSUGO0-8Ip6eBi1FjIRUwxk2r-WnO0SKsysZ0NetwKGLeEkr15e2g&__tn__=EHH-R