Fór av vøllinum við nógvari pínu

(Rás2) Hoyr hjálpardómaran sum mátti skiftast út undir dystinum B36-Skála ígjár greiða frá

Tá bert tíggju minuttir vóru farnir av fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og Skála ígjár hendi nakað margháttligt.

 

 

Annar hálpardómarin, Vinjard Dam bleiv skaddur og mátti skiftast út. 4. dómarin, Jóhan Petur Michelsen kom inn at veittra eina løtu, og aftaná eina løtu kom Eiler Rasmussen inn at veittra, og Jóhan Petur Michelsen gjørdist fjórði dómari.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var gjørd við høvuðspersónin í hendingini, Vinjard Dam í sendingini, SportBoxin á Rás2.

 

 

Vinjard Dam greiðir frá, at hann merkti einki til nakað áðrenn dystarbyrjan, og skaðin kom sum eitt byrsuskot,

 

 

Talan er um ein tægraslitsskaða. Á føroyskum gerandismáli og kendum fótbóltsmáli verður ein slíkur skaði vanliga nevndur ein "Fiburskaði". 

 

 

Vinjard Dam sigur, at hann hevði so ilt, at hann hugsaði bara um at sleppa av vøllinum. Lukkutíð fyri dómarakvartettini var Eiler Rasmussen nærhendis, men um eingin annar fótbóltsdómari hevði verið á staðnum hevði Vinjard Dam megna leiklutin sum fjórði dómari.

 

 

Vinjard Dam var hjá kommunulækna fyrrapartin, og hann dugir ikki at siga nær hann verður klárar at tørna til aftur sum hjálpardómari. 

 

 

HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Vinjard Dam fekk skaðan.