Tá bilafestivlur var á Toftum næst seinasta leygardag og sunnudag, gjørdust fyrireikararnir púrasta ovfarnir av tí stóru undirtøku, sum festivalurin fekk. Millum tey mongu, sum vitjaðu, vóru eisini hjúnini, Olga og Helgi Johannessen.
- Saman við tveimum av børnum okkara fóru vit niðan at hyggja okkum um og keypa okkum ein búff. Tað kendist eitt sindur kalt í lotinum, tá vit vóru komin niðan, so vit fóru skjótt inn í tjaldið og bíløgdu okkum búff.
Olga Johannessen sigur, at tá tey høvdu fingið leskiliga búffin niðurum og høvdu sitið eina løtu, fóru tey út at hyggja seg um. - Hetta var jú ein bilafestivalur, so vit fóru sjálvsagt eisini at hyggja eftir bilum og øðrum á økinum, tó at tað slett ikki lá í kortinum at keypa bil.
Olga vísir á, at tey settu seg inn í onkran bil, og her vóru bilar, sum teimum dámdu.
- Vit hava so at siga altíð keypt Toyota, so tað var kanska serliga her, at áhugin var. Meðan vit ganga og hyggja, síggi eg ein Toyota-bil, sum eg ikki visti meg at hava sæð áður. Eg kendi ikki modellið, men mær dámdi sera væl útsjóndina á bilinum, og hann var kanska eitt vet størri enn mín níggju ára gaml svarti, Toyota Auris.
Hon sigur, at hetta var ein ljósagráur Toyota C-HR.
- Vit fóru ein túr við bilinum, og Sámal av Reyni fór ein túr við mínum. Tá vit hittust aftur løtu seinni, tosaðu vit aftur og fram um prísir, bæði á mínum bili, um bilasølan vildi taka hann inn, og hvat vit møguliga kundu keypa tvey ára gamla, Toyota C-HR, fyri.
Olga Johannessen sigur, at hon fall púrasta fyri modellinum, sum fyri henni var ókent.
- Maðurin argaði meg eitt lítið sindur og spurdi, um eg nú skuldi hava ein sportbil, tí hesin bilurin hevði eftir mínum tykki eitt øðrvísi snið, og reyvin var kanska eitt sindur serstøk.
Hon helt, at hetta júst var ein bilur fyri hana, og nú var hann ikki so lítil heldur. - Vit eru nýliga vorðin omma og abbi til eina lítla sera fitta gentu, og tað fer kanska at koma væl við, at bilurin nú er eitt sindur rúmligari.
Olga sigur, at samráðingarnar við fryntliga Sámal av Reyni gingu sera væl, og tær endaðu við, at tey keyptu bilin, sum bert hevur koyrt 48.000 kilometrar og er sum nýggjur. - Vit hildu okkum gera ein góðan handil, og tað besta var, at vit fingu nýggja bilin við okkum beinanvegin, meðan hin gamli, sum Reyni Service tók í býti, bleiv standandi.
Nú hevur hon koyrt í nýggja bilinum í nakrar dagar, og hon er sera væl nøgd. - Vit hava verið fleiri biltúrar, og eg haldi, at bilurin er sera góður at koyra.
Hon vísir á, at hennara gamli bilur skuldi á verkstað fyrsta dagin, har okkurt skuldi gerast við hondbremsuna, men hon heldur, at talan var mest um smálutir. - Jú, eg eri ógvuliga glað fyri nýggja bilin, og eg eri ógvuliga glað fyri handilin við Reyni Service, leggur Olga Johannessen, sum keypti bil á bilafestivalinum á Toftum, aftrat.
##med2##