Færø Amts Hospital flutt úr Lágabø

Hóast Tórshavnar Skipasmiðja skal brúka økið, verður Gamla Hospital varðveitt sum savn

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at flyta Gamla Hospital í Lágabø í Havn, so hesi søguligu hús ikki skulu dvína fyri útbygging hjá Tórshavnar Skipasmðju.

Gamla Hospital varð bygt sum Færø Amts Hospital í 1829. Johan Evensen, spinnarin, keypti hospitalið, tá flutt var í nýggja Alexandrines Hospital í 1924, og hava húsini verið nýtt sum bústaður síðani.

Tá skipasmiðjan bygdi út seinast í sjeytiárunum, keypti skipasmiðjan part av Gamla Hospitali - og tryggjaði sær samstundis rættin at keypa restina av ognini.

Og tá skipasmiðjan fyri nøkrum árum síðani keypti ognina, tryggjaðu arvingarnir sær ? yvir fyri Tórshavnar Skipasmiðju, at ognin ikki varð beind burtur.

Tí varð farið undir at fyrireika flyting av húsunum. Tá hetta arbeiðið varð farið í gongd, vísti tað seg, at Føroya Sjúkrasystrafelag, Læknafelag Føroya og Fornminnisfelagið eisini arbeiddu við eini varðveitingarætlan. Hesi gingu tí saman við fyrrverandi eigarunum og stovnaðu grunn við endamálið at varðveita Gamla Hospital.

Tórshavna Kommuna lat hesum fyrireikarum leiguøki oman fyri Müllers Pakkhús, har húsini nú verða flutt. Gomlu eigararnir eru seinni koyrdir úr grunninum, og eru tað tí tey trý feløgini, sum standa fyri flytingini í dag.

Ætlanin er nýta húsini sum savn.