Fípan vann fyrsta róðurin

Barnaróður gentur: Í dag megnaðu tær úr Klaksvík at vera fremri enn Títlingur

Á norðoyastevnu og aftur á eystanstevnu vann Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag kappróðurin millum gentur í barnaróðrinum.

Á norðoyatevnu var sigurin sannførandi, og Sævarmoy úr Klaksvík var næstfremst.

Á eystanstevnu var sigurin teprari. Tá var Fípan Fagra næstfremst.

Í dag kappaðist Títlingur við Sævarmoy og Fípuna Føgru.

Í endaspurtinum fór Fípan Fagra eitt vet framum Títling, meåðan Sævarmoy endaði á triðja plássi. Sostann vunnu gentur úr Klaksvík gull og bronsu og gentur úr Havn silvur.

 

1 Fípan Fagra  02:49.04

2 Títlingur       02:49.47

3 Sævarmoy    02:51.10

4 Dúgvan         02:52.35

5 Ørnin            02:53.19

6 Blikur           02:53.26

7 Firildur         02:54.18

https://urslit.rsf.fo/?p=5063