Tað var einki at rafla um, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á ólavsøku.
Fípan Fagra róði framúr væl, og fram við Molanum var talan um sannan uppvísning. Fípan Fagra vann við meiri enn tveimum bátslongdum og tryggjaðir sær harvið FM heitið í sera stórum stíli.
Einasti avbjóðarin til FM heitið var Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, men tað riggaði einki hjá havnardreingjum á heimasjógvi. Sílið gjørdi seg ongantíð galdandi og endaði á fimta plássi – frammanfyri Ingibjørg og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag.
Junkarin og Teistin bjóðaði eina løtu av í kappingini um fremsta plássið. Teir stríddust síðani um næstfremsta plássið, og tað kappingina tapti Junkarin.
Royndin Fríða fekk vánaligasta startin av øllum. Tað sá út til, at vágbingar hingu fastir í startinum. Tað varð ikki skotið av, og so løgdu vágsdreingir alt tað fyri, sum teir høvdu í sær og kanska meiri enn tað.
Vágbingar át seg stútt og støðugt fram við øllum hinum og endaði á triðja plássi. Tað var ein bragd.
Dreingirnir á Fípuni Føgru hava alt kappingarárið róð framúr væl, og FM heitið og ólavsøkusigurin munnu kennast sera søtir.
1. Fípan Faagra 5.06.44
2. Teistin 5.13.27
3. Royndin Fríða 5.14.30
4. Junkarin
5. Sílið
6. Ingibjørg
7. Drekin
8. Jallurin
9. Pílur
10. Frúgvin
11. Títtlingur
12. Firildur
FM úrslitið
1. Fípan Fagra (FM) 47
2. Sílið 40
3. Royndin Fríða 33
4. Teistin 28
5. Jallurin 16
6. Pílur 12
7. Junkarin 9
8. Drekin 5
9. Títtlingur 2
10.Ingibjørg 2
11.Frúgvin 1
12.Havfrúgvin 1