Fípan Fagra spurtaði seg til sigurin

Eftir framúr endaspurt vóru tað dreingirnir úr Klaksvík, sum vunnu á Tjaldrinum

Tað var dramatiskt, og tað var framúr spennandi, tá ið dreingirnir kappaðust í 5-mannaførum í dýrdarveðri á jóansøku í Vági.

Fípan Fagra vann í heimasjógvi á norðoyastevnu, Junkarin vann í Hvalvík, og Tjaldrið vann í heimasjógvi á Skálafjørðinum.

Í dag vóru tað Tjaldrið og Fípan Fagra, sum kappaðust um fremsta plássið, meðan Kollur úr Kollafirði kappaðist við Junkaran úr Kvívík og Frúnna úr Miðvági um bronsuplássið.

Tjaldrið var fitta løtu skutin og kanska onkra løtu tað mesta av einari hálvari bátslongd undan Fípuni Føgru. Men í endaspurtinum rann Fípan Fagra, sum í síðstu tøkunum tók seg rongina framum Tjaldrið.

 

Kappingin um triðja plássið var eisini sera tøtt, og hana vann Frúgvin frammanfyri Junkaran og Koll.

 

1 Fípan Fagra 05.17.12

2 Tjaldrið 05.17.21

3 Frúgvin 05.23.06

4 Junkarin 05.23.13

5 Kollur 05.24.04

6 Beinta 05.30.16

7 Sílið 05.31.12

8 Jallurin 05.37.13

9 Ritan 05.43.06

 

Støðan

1 Fípan Fagra 25

2 Tjaldrið 23

3 Junkarin 20

4 Frúgvin 20

5 Kollur 12

6 Sílið 5

7 Beinta 4

8 Teistin 3