Tað endaði við sama vinnara, sum tað hevur gjørt tríggjar ferðir fyrr í summar, tá ið genturnar kappaðust í barnaróðrinum á ólavsøku.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann á norðoyastevnu, á eystanstevnu og á vestanstevnu, og Fípan Fagra vann aftur í dag.
Hesa ferð var størsta kappingin frá Havfrúnni úr Vestmanna, sum var minni enn eitt sekund ella ikki meiri enn skutin aftari.
Á jóansøku og á fjarðastevnu vann Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri. Í dag var Pílur nummar trý – eina stóra bátslongd aftanfyri Havfrúnna og í tættari kapping við Frúnna úr Miðvági.
1. Fípan Fagra 02:37:13
2. Havfrúgvin 02:38:07
3. Pílur 02:41:13
4. Frúgvin 02:42:05
5. Sílið 02:43:21
6. Falkur 02:45:24
7. Spógvin 02:46:10
8. Svalan 02:48:02
9. Erla Kongsdóttir 02:48:18
10. Reyðkollur 02:49:22
11. Ørnin 02:49:24
12. Kollur 02:53:15