Tað var framúr reklama fyri kappróðurin, tá ið dreingirnir í 5-mannaførum stríddust um sigurin á ólavsøku og harvið um FM heitið.
Stóra kappingin stóð millum Fípuna Føgru úr Klaksvík og Tjaldrið av Glyvrum. Undan ólavsøku var Fípan tvey stig undan Tjaldrinum. Harvið var treytin hjá Tjaldrinum, at um tað skuldi eydnast gula bátinum at vinna FM, so var neyðugt, at Tjaldrið var tvey pláss undan Fípuni.
Í dag galt tað bara sigurin á ólavsøku, og tann kappingin stóð allan teinin millum Fípuna Føgru og Tjaldrið, sum í startspurtinum og fram ímóti Molanum hevði gula stavnin undan klaksvíkingum.
Framvið Molanum vóru tøkini hjá Fípuni eitt vet dyggari enn hjá avbjóðaranum. Fípan fór ein skut framum Tjaldrið, men í síðstu tøkunum í endaspurtinum svaraði Tjaldrið aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin minni enn hálvur skuturin.
Junkarin hevur verið nummar trý í FM kappingini, og aftur í dag vunnu dreingirnir úr Kvívík bronsuplássið.
1. Fípan Fagra 04:36:00
2. Tjaldrið 04:36:03
3. Junkarin 04:39:11
4. Teistin 04:40:17
5. Frúgvin 04:41:07
6. Kollur 04:41:10
7. Sílið 04:47:00
8. Beinta 04:49:04
9. Jallurin 04:49:15
10. Ritan 04:52:06
Endaliga FM-støðan
Endaliga støðan
1. Fípan Fagra 45 stig
2. Tjaldrið 42 stig
3. Junkarin 36 stig
4. Frúgvin 30 stig
5. Kollur 19 stig
6. Teistin 13 stig
7. Sílið 8 stig
8. Beinta 4 stig