Talan var um trivaligan sigur til dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, tá ið dreingir umborð á 5-mannaførum kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna ídag.
Hetta var ikki dagurin hjá dreingjunum umborð á gula bátinum hjá teimum av Glyvrum.
Taldrið hekk í fyrstu atløgu fastur í startinum. Tá ið tað óhappið einki hevði við fasta startin at vera, sá Tjaldrið gult. Um tað var hetta, ið var orsøkin, kann bara gitast um, men tað er ein veruleiki, at starturin hjá Tjaldrinum var óvanliga vánaligur. Tjaldrið var kanska á fjórða ella fimta plássi fyrstu løtuna, meðan Fípan Fagra fleyg avstað.
Í fyrstu atløgu var tað Teistin av Argjum, sum var fremstur, men Fípan Fagra fekk skjótt fatur á Teistanum, og eftir at bátarnir høvdu totast í eina løtu, glapp tað hjá klaksvíkingum, og síðani hugdu teir ongantíð afturum seg.
Fípan var væl meiri enn eina bátslongd undan teimum báðum avbjóðarunum. Í endaspurtinum eydnaðist tað Tjaldrinum akkurát at halda seg undan Teistanum. Harvið eru tað nú tvey stig millum Fípuna Føgru og Tjaldrið, nú bátarnir fara at fyrireika seg til ólavsøkuróðurin, sum verður sannur FM finaluróður í hesi kappingini.
1 Fípan Fagra 05.17.21
2 Tjaldrið 05.21.16
3 Teistin 05.22.04
4 Frúgvin 05.25.21
5 Junkarin 05.27.07
6 Kollur 05.27.08
7 Sílið 05.36.22
8 Beinta 05.37.12
9 Ritan 05.38.10
10 Jallurin 05.39.09
Støðan
1 Fípan Fagra 38
2 Tjaldrið 36
3 Junkarin 27
4 Frúgvin 27
5 Kollur 16
7 Teistin 9
6 Sílið 7
8 Beinta 4