Fáorðaður toppskjútti

Arnbjørn Hansen veit ikki heilt hvussu hann skal greiða frá góðu gongdin hjá honum í ár.

– Hvat hevði tú sagt, um eg spurdi teg sama spurning, sigur hann flennandi, tá hann var spurdur eftir dystin.

– Sjálvandi eiga liðfelagarnir sín stóra lut, og annars royni eg bara at vera á rætta staðnum, tá okkurt hendir, greiðir Arnbjørn frá. Í gjár var hann á rætta staðnum tvær ferðir, men onkur helt, at tað fyrsta málið ikki átti at verið, tí Arnbjørn framdi fríspark, tá hann vann luftdystin við málverjan.

– Nei, tað haldi eg ikki eg gjørdi. Eg søki bóltin og vinni hann reint. Nakað annað er so tað, at tað ikki var uppiborið, at vit komu framum tá, men tað vísir seg ofta, at hepni er við teimum fremstu liðunum, vísir Arnbjørn Hansen á. Var tað eitt ivamál í fyrra førinum, so var eingin ivi, tá Arnbjørn gjørdi mál nummar 14 í ár.

– Hans Pauli gjørdi arbeiði, og eg skuldi bara prika hann inn, so tað fekk ikki verið lættari, sigur Arnbjørn Hansen.