ÚF og Studio Pegasus farin í samstarv

Útvarp Føroya hevur gjørt sáttmála við Studio Pegasus í Klaksvík, um at fyritøkan skal gera sending fyri ÚF fýra tímar hvørt sunnukvøld

Í dag skrivaðu Jógvan Jespersen, stjóri í ÚF, og Steintór Rasmussen, stjóri í Studio Pegasus, undir samstarvsavtalu, sum inniber, at Studio Pegasus, hetta til endan av august mánaði, fer at senda fyri ÚF fýra tímar hvørt sunnukvøld.

Byrjað verður longu nú sunnukvøldið, og tað skal uttan iva gerast skemtiligt, tí Norðoyastevna verður í Klaksvík um vikuskiftið.

Jógvan Jespersen, stjóri í ÚF, sigur við Sosialin, at hetta samstarvið, sum er gjørt millum ÚF og Studio Pegasus, er eitt royndarsamstarv, sum í fyrsta umfari fer at ganga til endan av august mánaði.

- Vit fáa nógv tilboð um freelance sendingar millum ár og dag, men í hesum føri hava vit valt, at fara inn í eitt royndarsamstarv, tí tilboðið var skilagott, sigur Jógvan Jespersen.

Hann vísir á, at uppskotið hjá Pegasus vísti beinleiðis til, hvussu sendingarnar skuldu setast saman og gerast, og tí var tað serliga áhugavert.

Jógvan Jespersen sigur annars, at ÚF er farið inn í samstarvi við tí í huga, at samstarvið skal fíggjast við lýsingum og eykainntøkum. Av tí at so stutt er fráliðið hevur tað tí ikki hevur borið til at fáa allar eykainntøkurnar upp á pláss. Kortini hevur ÚF valt at byrja samstarvið longu nú.

Men er so ikki samstundis ein vandi fyri, at tit taka eksistensgrundarlagið undan bløðunum?

- Tað er møguligt, men hatta er eitt úrslit av nýggju lógunum, sum vit arbeiða undir, og tá vit samstundis skulu fíggja raksturin hjá stovninum við lýsingum og spæli, so kunnu vit ikki gera tað øðrvísi, sigur útvarpsstjórin.

Spurdur um tað ikki er ov galið, at Rás 2 skal vera orsøkin til, at Útvarpið fær sær tað, sum minnir um eina lokalredaktión í Klaksvík, sigur Jógvan Jespersen, at soleiðis sær hann tað ikki.

- Í okkara føri eru umleið 40 prosent av tilfarinum, sum verður sent, gjørt av freelancarum, so tað er ikki tí, ta Rás 2 er komin, at vit gera hesa avtaluna, sigur Jógvan Jespersen, stjóri.

- Monopolið varð avtikið við nýggju lógini um kringvarp, og vit eru í ferð við at tillaga okkum til nýggju umstøðurnar, sigur Jógvan Jespersen, sum leggur afturat, at umstøðurnar hjá Útvarpinum, at gera avtalur við freelansarar eru avmarkaðar, tí búskapurin hjá stovninum er spentur.

Lønarsamráðingarnar seinast endaðu við eini lønarhækking, sum eftir øllum at døma gjørdist tung fyri Útvarpið. Tí má peningurin finnast aðrastaðni, sigur Jógvan at enda.tandi fótbóltsspæl.

Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.

Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.

Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.

Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.

Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.


HB-B68 3-4 (2-2)


1-0: Andrew av Fløtum 8.

1-1: Marcello Marcelino 13.

1-2: Øssur Hansen 18.

2-2: Hallur Danielsen 44.

3-2: Jón Rói Jacobsen 46.

3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.

3-4: Marcello Marcelinho 90.


Dómari: Petur Reinert


HB:

Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


B68:

Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen