Mansflogbóltur
Øll liðini hava roynt, men enn hevur ongum eydnast at gjørt nakað við ÍF. Ikki so mikið sum eitt einasta sett er tapt, og tað vísir styrkina. Fram skal hetta leikumfarið royna seg.
Hjá ÍF er sterki kantsamsharin Rúni Weihe skaddur og verður helst ikki við fyrr enn í Mjølnirkappingini í fyrsta lagi. Tað hevur sjálvandi við sær, at slagstyrkin hjá ÍF ikki er heilt tann sama, men Rúni var heldur ikki við ímóti Mjølni seinasta leikumfar, og tann dystin smurdi ÍF Mjølnir av. Í styrki minna Mjølnir og Fram nógv um hvørt annað, men hvørki av liðunum hevur sama trygga og støðga spælið, sum ÍF hevur víst higartil. Tað er tí væntandi, at ÍF fer at megna at enda fyrru hálvu av landskappingini við fullum stigatali. Ikki einki bragd.
Mjølnir skal reisa seg
Gullvónirnar hjá Mjølni fingu ógvusligt skot fyri bógvin seinasta leikumfar. ÍF trýsti so væl og virðiliga Mjølnir niður og norð. Tapið var eyðmýking av teimum stóru, og nú er hjá klaksvíkingum at vísa, at teir megna at reisa seg.
Dysturin ímóti Fleyr er eins og kvinnudysturin góði gamli klassikarin, men til at gera dystin spennandi er Fleyr alt ov nógv viknað. Mjølnir eigur als ongar trupulleikar at hava av Fleyr og fær tað neyvan heldur. Fleyr má brúka hetta kappingarárið til at spæla nýggjar leikarar til í meistaradeildini, og tí verða úrslitini har eftir. Tað tekur sína tíð at gera seg galdandi í bestu deildini, men framtíð er í ungu leikarunum.