Formula-deildin 23. UMFAR
Fýra umfør undan kappingarenda er spenningurin um FM heitið heilt burtur. Fjarstøðan millum EB/Streym og tey, sum royna at renna aftaná oddaliðnum, øktist til sjey stig. Tað eru fýra umfør og harvið tólv stig eftir at spæla um.
Hesin veruleikin ber við sær, at teir í EB/Streymi kunnu sær FM heitið, um - ella rættari tá - teir hava vunnið tvær ferðir afturat. EB/Streymur skal sunnudagin spæla á Toftum, so eiga teir heimadyst móti GÍ, útidyst í Fuglafirði og í síðsta umfarinum fara teir at fáa vitjan av KÍ.
Tá ið tað verður sagt, at tað verður neyðugt hjá EB/Streymi at vinna tvær ferðir afturat, so kann tað næstu vikurnar fara at vísa seg, at tað ikki verður neyðugt hjá EBS at vinna seks stig. Tað verður tað ikki, um HB snávar onkra ferðina. Sunnudagin verður grannauppgerð í Gundadali, og um hon fer at enda við javnleiki, so verður støðan hjá oddaliðnum og komandi meistaraliðnum uppaftur stinnari.
Botnstríðið
Hvat av hesum trimum feløgunum skal sleppa undan niðurflytingini er tað størri spenningur um nú, enn tað var undan vikuskiftinum. Fyri B68 hevði ballið verið buðið, um toftamenn ikki høvdu megnað fulla úrtøku, tá ið teir høvdu vitjan av VB/Sumba. Tað eydnaðist B68 at vinna stórsigur, og harvið longdi B68 um sítt lív í bestu deildini í hvussu so er í eina viku afturat.
ÍF vann fínan heimasigur móti B36. Ikki minst í hesi uppgerðini sást tað, hvussu stóran týdning tað hevur, at hugburðurin er tann rætti. Meistaraliðið við fleiri landsliðsspælarum royndi at stríðast síðstu løtuna, men tá ið alt kom til alt, so var tað ikki burturvið, at øll stigini vóru eftir í Fuglafirði. ÍF stóð fyri sonnum mannfólka avriki, har ein stríddist fyri allar, og allir stríddust fyri ein.
ÍF sigurin kann fara at vísa seg at verða grundarlagið undir bjargingini hjá ÍF. Eitt er, at teir fingu trý meiri ella minni óvæntað stig. Eitt annað er tað, at tað heilt víst hevur fantastiska stóran týdning fyri venjingarnar í vikuni, sum stendur fyri framman, og fyri mótið undan næstu avbjóðingini, at tað eydnaðist at vinna á B36.
Umframt B36 var størsti taparin hesa ferð VB/Sumba. Fyri ÍF hevði tað stóran týdning, at VB/Sumba einki fekk burturúr á Toftum. Nú er fjarstøðan millum ÍF á aftasta plássinum og VB/Sumba á triði aftasta plássinum so mikið lítil, at fuglfirðingar við sigri í Vági sunnudagin kunnu lyfta seg upp um VB/Sumba. Og tá er ikki roknað við tí møguleikanum, at ÍF ímóti GÍ í umdystinum, sum verður nú mikukvøldið, kann fáa trý stig, sum kunnu lyfta ÍF upp um VB/Sumba, áðrenn fuglfirðingar fara til Vágs.
VB/Sumba avrikið hesa ferð boðaði ikki frá, at samansetta Suðuroyar liðið fer at standa seg í kappingini um at sleppa undan niðurflytingini. Ofta hevur tað tó víst seg, at liðið er heilt øðrvísi á heimavølli, enn tað er á útivølli. Og tað er einki sum eitur. Um VB/Sumba avrikið á heimavølli sunnudagin ikki verður væl meiri sannførandi, enn tað var á Svangaskarði, so fer tað ikki at býða bøtur hjá VB/Sumba.
Møguleikarnir hjá B68 eru fyrst og fremst treytaðir av, hvussu tað fer at hilnast hjá toftamonnum sjálvum. Men teir eru eisini treytaðir av, hvussu tað fer at roynast hjá kappingarneytunum báðum. Lykladysturin hjá B68 verður í Fuglafirði í 25. umfari. Um full úrtøka í tí uppgerðini fer at verða nóg mikið at varðveita tilveruna í bestu deildini, fer eisini at valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá ÍF og VB/Sumba í seinastu umførunum.
Hjá botnliðunum er neyðugt at stríðast fyri hvørjum bólti og hvørjum stigi.
Tað er tað eisini hjá oddaliðunum. EB/Streymur er flogið undan øllum hinum. Skála og GÍ eru í ongamanna landi, og NSÍ, KÍ, B36 og HB kappast um silvurmerkini og bronsumerkini.
Mikukvøldið verður útsetti dysturin millum ÍF og GÍ. Sunnudagin sær skráin í 24. umfari soleiðis út: GÍ-Skála, KÍ-NSÍ, HB-B36, VB/Sumba-ÍF og B68-EB/Streymur.
Mikukvøldið vera fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið: EB/Streymur-B36 og Skála-KÍ.