FLOGBÓLTUR
Fríggjakvøldið møttust mansliðini hjá ÍF og Mjølnir í ítróttarhøllini á Kambsdali, og endaði dysturin við sigri til Mjølnir, ið vann 3-0. Burtur sæð frá øðrum setti, ið endaði 27-25 til Mjølnir, var talan um ein tryggan sigur, 25-12 í fyrsta setti og 25-18 í triðja setti.
Hetta skuldi tó vísa seg alt samalt at vera til fánýtis, tí liðini høvdu flutt dystin frá sunnudegnum til fríggjakvøldið, men uttan at boða Flogbóltssambandinum frá. Tí kom ein fráboðan frá Flogbóltssambandinum leygarkvøldið, har greitt var frá, at Mjølnir og ÍF fáa 0 stig fyri dystin og samlaða settmunin 0-0.
Avgerð sína grundar Flogbóltssambandið á grein 11e í kappingarreglunum, har sagt verður millum annað, at »tá ið dystur verður fluttur í samráð við kappingarstjóran, skal nýggjur dystur verða ásettur í mesta lagi eina viku frá ásetta leikdegnum.«
Víðari sigur grein 11d í kappingarreglunum, at »somuleiðis verður givið null stig til tey lið, sum sínamillum avtala at útseta dyst, uttan at hava fingið loyvi til tess frá kappingarstjóranum. Fyri meistaradeildirnar er galdandi: Fyrstu ferð hetta kemur fyri, fær liðið bót og 0 stig, aðru ferð fer liðið úr kapping. Bótin er 2 ferðir luttøkugjaldið.«
Greitt brot
Í skrivi sínum til ÍF og Mjølnir vísir nevndin í Flogbóltssambandinum á, at dystirnir í Eikliguni hjá bæði kvinnum og monnum eru lagdir seinnapart sunnudag, so tað skal bera til fjølmiðlunum betur til at fylgja dystargongdini beinleiðis, og tí heldur Flogbóltssambandið tað vera heilt avgerandi, at dystirnir verða spældir tá og ikki aðrar tíðir.
– Undantøk eru sjálvsagt, men tey skulu vera bara í heilt serligum førum. Og dystarflytingar skulu verða góðtiknar frá Flogbóltssambandinum. Bara tá kann dystur verða fluttur, stendur í skrivinum, sum formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, leggur navn til.
– Dysturin varð leiktur fríggjakvøld 4. desember, men til Flogbóltssambandið kom eingin fráboðan, og tí hevur Flogbóltssambandið heldur ikki givið loyvi til hesa flyting. Hetta er greitt brot á grein 11 e, stendur víðari í skrivinum.
Tað er nevndin í Flogbóltssambandinum, sum hevur tikið avgerðina í málinum, men í skrivinum verður eisini víst á, at avgerðin kann verða kærd til dómsnevndina sambært grein 20. Fordømi eru tó, har tað hevur víst seg ikki at geva nakað at kæra, so tí kann neyvan væntast annað, enn at avgerðin verður standandi.