ÍF og Mjølnir eru favorittar til at taka steypagullið heim

Seinnapartin tosaði Tróndur Arge hjá Rás2 við bæði Rúnu Hentze, viðmerkjara og flogbóltsdómara, umframt Hans Fróða Jensen, viðmerkjara um steypafinalurnar í flogbólti, sum verða leygardagin seinnapart í høllini á Hálsi í Havn.

 

Rúna Hentze og Hans Fróði Jensen eru samd um, at kvinnurnar hjá Mjølni eru favorittar ímóti SÍ, og mennirnir hjá ÍF eru favorittar ímóti sínum mótstøðuliðið, sum eisini er SÍ.

 

Nógv skal ganga væl hjá báðum liðunum hjá SÍ, og nógv skal ganga illa hjá kvinnuliðnum hjá Mjølni og mansliðnum hjá ÍF, um favorittarnir ikki taka steypagullið heim.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Rúnu Hentze og Hans Fróða Jensen undir greinini.