ÍF og KÍ eru í finaluni

Í gjár tryggjaðu kvinnurnar hjá ÍF sær pláss í steypafinaluni, tá ið tær vunnu seinnu hálvfinaluna ímóti Víkingi 2-0. Samantalda úrslitið var 3-3, og ÍF rakk finaluni við útivallarmálinum.

 

Í dag hevur KÍ tryggjað sær hitt finaluplássið. Á heimavølli vann KÍ 11-2 á EBS/Skála. Fyrru hálvfinaluna vann KÍ 4-0 í Streymnesi. Samantaldi sigurin varð sostatt 15-2!

 

Tað var ikki sørt av spenningi undan dagsins dysti í Klaksvík. Tað komst av, at EBS/Skála eftir 2-0 heimasigur á KÍ fyri stuttum er oddalið í landskappingini. EBS/Skála skoraði fyrsta málið í dag, men KÍ svaraði skjótt aftur. Í hálvleikinum var heimaliðið frammanfyri 3-1, og í 2. hálvleiki skolaðu málini ígjøgnum. Tær í EBS/Skála høvdu eftir 1. hálvleik ásannað, at møguleikin hjá teimum at vinna gull í ár er í landskappingini og ikki í steypakappingini.

 

ÍF og KÍ hittast í finaluni, sum verður 24. august. Hesi bæði liðini hava spælt ein landskappingardyst fyrr í ár. Hann var í Fuglafirði, og tá vann KÍ 9-1!