ÍF á odda móti KÍ

Tað er eitt skert KÍ-lið, sum vitjar í Fuglafirði í dag. Eitt tað sjónligasta tekinið um hetta er, at Allan Joensen aftur er at síggja á miðvøllinum. Allan hevur vant nakað í ár, men tað er hóast alt nakað av tíð síðani, at hann seinast gjørdi um seg í bestu føroysku deildini.

Fyrstu løtuna hevur ÍF eisini havt trýstið, og eftir 20 minuttum eydnaðist eisini Debes Danielsen at leggja vertirnar framum. Hetta hendi eftir innlegg úr vinstru. Bólturin ferðaðist upp um alla verjuna, og við handara stólpa smekkaði Debes til.