Fínteljing broytti ikki valúrslitið

Tað var ein borgari í kommununi, sum heitti á bygdaráðið um, at atkvøðurnar frá kommunuvalinum vórðu taldar av nýggjum.

 

Sum samtykt á eyka kommunustýrisfundi í gjár, hevur valstýrið fyri Sjóvar kommunu fíntalt atkvøðurnar frá kommunuvalinum um aftur í dag.

- Úrslitið varð, at eingin broyting er í kunngjørda valúrslitinum, veit valstýrið fyri Sjóvar kommunu at siga eftir nýggju fínteljingina seinnapartin í dag.

Lagt verður aftrat, at teir, sum sostatt eru valdir at stjórna Sjóvar kommunu næstu fýra árini, eru:

Artur Johansen, afturvaldur við 103 atkvøðum

Adras Róin, nývaldur við 71 atkvøðum

Rógvi Reinert Djurhuus, nývaldur við 58 atkvøðum

Jóannes Markná, nývaldur 53 atkvøðum

Steingrímur Jacobsen, afturvaldur við 50 atkvøðum

Súni F. Olsen, afturvaldur við 44 atkvøðum

Hans Anders Jacobsen, nývaldur við 42 atkvøðum

Nýggja bygdaráðið fyri Sjóvar kommunu tekur við hin 1. januar 2020. 

Tað var ein borgari í kommununi, sum heitti á bygdaráðið um, at atkvøðurnar frá kommunuvalinum vórðu taldar av nýggjum, og hesi áheitan gekk bygdaráðið á møti.

Í dag hevur valstýrið so boðað frá, at fínteljingin broytti ikki kunngjørda valúrslitið.