Fíntelja aftur kl. 17

Úrslitið í Sjóvar kommunu verðru klárt kl. 18

Farið verður undir at fíntelja atkvøðurnar til kommunuvalið í Sjóvar kommunu klokkan 17 í dag, og væntandi skal úrslitið longu verða klárt kl 18.

Tað sigur valstýrisformaðurin í kommununi, Petur Jákupsson.

Málið varð reist á eykabygdaráðsfundi í gjár eftir áheitan frá einum borgara, ið ynskti at hava atkvøðurnar fíntaldar aftur, og bygdaráðið gekk hesum á møti.

In.fo hevur áður skrivað, bæði í gjár og í morgun, at tað var hugsandi, at fínteljingin skuldi staðfesta, um munnur kundi síggjast á Hans Anders Jacobsen og Sonna Johansen, ið báðir fingu 42 atkvøður á lista B, og har bert Hans Anders Jacobsen kom í bygdaráðið umvegis lutakast.

So er kortini ikki, ger Petur Jákupsson greitt.

Petur Jákupsson sigur, at tá fínteljingin varð gjørd fyrstu ferð, gjørdist greitt, at ein atkvøða lá í bunkanum hjá lista B, sum hoyrdi heima í bunkanum hjá lista A. Úrslitið gjørdist, at við atkvøðuni misti listi B eitt umboð, meðan listi A vann eitt umboð.

Sostatt er spenningurin ikki, hvørt Hans Anders Jacobsen ella Sonni Johansen eigur pláss í bygdaráðnum, men hvørt teir báðir eiga sess.

 ##med2##