Fínir forsangarar í Bowling

Víkinga ferðalagið hevur undan finaluni fyrireikað seg, sum tað plagar

Klaksvíkingar og KÍ legan hava upp undir steypafinaluna funnið fram til sítt konsept, hvussu tað skal ganga fyri seg fram ímóti steypafinaluni – bæði kvøldini og dagarnar upp undir finaluna og í dag.

Víkingar hava verið í finaluni fýra tey seinastu árini, og tað hevur gingið sum eftir ánni, tí Víkingur hevur vunnið allar ferðirnar.

Í hesi vikuni hevur verið nógv virksemi, og fjøldin hevur verið stór, sum hevur fyrireikað og eisini koyrt í øllum bygdunum í kommununi.

Í dag savnaðist Víkinga legan í Bowling høllini, har tað eitt nú varð sungið. Fleiri Víkinga sangir vóru á skránni, og tað var vorðið sum forsangarar. Millum hesar var borgarstjórin í Runavíkar kommunu Tórbjørn Jacobsen, sum hevur yrkt ein av Víkinga sangunum. Hinir vóru sangfuglarnir Flemming Petersen, Pætur Zachariasson og Bárður á Lakjuni.

 

Víkinga ferðalagið hevur í góðveðrinum ferðast í bussum og bilum úr Leirvík og Gøtu og suður í høvuðsstaðin. Lutfalsliga eru tað fleiri viðhaldsfólk úr Eysturkommunu í høvuðsstaðnum í dag, enn tað eru úr Klaksvík, men í tali eru fleiri klaksvíkingar og norðoyingar.