Í fínasta lagi at flyta størvini til Suðuroyar

ALMENN STØRV Løgmaður dugir ikki at síggja nakran sum helst trupulleika í, at barsilsskipanin verður flutt til Suðuroyar

- Tað er í fínasta lagi at flyta barsilsskipanina til Suðuroyar.
Tað hevur elvt til øsing at umisitingin av barsilsskipanini nú skal flytast av ALS í Havn til TAKS í Suðuroy.
Men hesum sær løgmaður ongan trupulleika í.
Hann sigur, at talan er ikki um eina politiska flyting. Talan er heldur ikki um at flyta ein stovn.
- Hetta er tvørturímóti ein umsitingarlig flyting burtur av.

Undir ein hatt
Hann vísir á, at sum støðan hevur verið higartil, hevur TAKS í Suðuroy umsitið innkrevjingina til Barsilsskipanina og ALS hevur umsitið útgjaldið.
Sostatt verður barsilsskipanin umsitin á tveimum støðum, har TAKS í Suðuroy frammanundan umsitur innkrevjingina og ALS umsitur útgjaldið.
- Landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur, at tað er rættast at flyta alla umsitingina undir ein hatt, tí tað er tað skilabesta. Tí samdust landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um eisini at flyta útgjaldið úr barsilsskipanin undir TAKS.
- Hetta er ein logisk og væl grundað avgerð, eisini fyri at rationaliserað sum mest
- Men tað er stjórin í TAKS, sum hevur gjørt av at flyta útgjaldið úr barsilsskipanina til TAKS í Suðuroy, tí so er øll barsilsskipanin savnað á sama staði.
Hann sigur, at meiri liggur ikki í hesum.
- Eg havi biðið um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum og landstýrismanninum í fíggjarmálum um gongdina í hesum máli.
Kaj Leo Johannesen sigur, at hann hevur fingið frágreiðingina og hana hevur hann góðtikið.
Sostatt staðfestir hann, at hann ætlar ikki at gera meiri við málið.
- Tað er fyri at samskipa Barsilsskipanina, at innkrevjing og útgjald eru løgd saman. Og tað kann altso heldur ikki vera forboðið at leggja nøkur almenn størv úti um landið, leggur hann afturat.