Í kvøld og leygardagin verða FM finalurnar í flogbólti. Hjá monnum spæla ÍF og Fleyr. ÍF var eisini í steypafinaluni, men tapti eitt sindur óvæntað fyri B-liðnum hjá SÍ, sum tó var mannað við royndum góðum spælarum.
Les eisini: Fleyr við hava greipuna
- Teir spældu ein góðan dyst og vunnu uppiborið, hóast vit veruliga royndu alt okkara. Men talan er jú eisini um frálíkar flogbóltsspælarar í besta aldri, sigur Boban Ilic, venjari hjá ÍF.
Les eisini: KÍF: Nú eiga vit eisini tørn
Fuglfirðingar hava trupulleikar við skaðum fram til finaluna í kvøld. Vónin er at fáa flestu teirra klárar, men óansæð hvat, so ætlar Boban Ilic sær gull hesaferð.
- Vit hava havt eitt gott ár, sum vit eru sera væl nøgdir við. Nú taptu vit steypafinaluna, og tí vilja vit øgiliga fegnir vinna meistaraheitið, Vit hava eitt gott lið, og sjálvt um liðið er skert av skaðum beint nú, fara vit á vøllin fyri at vinna. Vit hava eisini havt rímiliga gott tak á Mjølnir í ár, og tí trúgva vit sjálvandi uppá, at vit klára at fáa meistaraheitið til Fuglafjarðar, sigur venjarin.
Fyrra finalan verður spæld í Stórhøllini á Hálsi í kvøld klokkan 20. Tann seinna verður spæld leygardagin klokkan 16.00. Rás2 sigur frá báðum dystunum.