– Hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?
Soleiðis kunnu vit til stuttleikar skjóta eftir havnarmeistaranum, sum nú setur himmal og jørð í bevegilsi fyri at fáa Trónd og Orion hálaðar avaftur landi á Skipanes.
Niður við bryggjuna á Skála liggur sluppin Høganes, og har hevur hon ligið í skjótt eitt ár.
Kravt verður, at Sjúrður Gorm skal veita milliónatrygd – meðan Runavíkar kommuna sleppur undan.
Fólk á Skála undrast í øllum førum. Ikki tí, tey halda sjálvandi, at skipini á Skipanesi skulu fáast avaftur, men tí at Runavíkar kommuna letur sluppina liggja sum eitt skendsil niður við bryggjukantin á Skála.