Fín líkindi at rógva kapp

Fimti FM kappróðurin í ár verður seinnapartin á vestanstevnu í Sørvági

Fimti FM kappróðurin verður seinnapartin í Sørvági, har tey halda vestanstevnu. Fyrrapartin hevur tað verið stutt millum bilarnar við kappróðrarbátum á vognum, sum hava havt kós móti Sørvági, har bátarnir nú síggjast á havnarlagnum.

 

Líkindini at rógva kapp eru av teimum fagrastu. Hann er høgur í ættini, lotið er lítið, tað eru ellivu hitastig, og sólin sær.

 

Lagt verður fyri við barnaróðrunum klokkan 13.30. Tíðir eru ásettar fyri allar róðrarnar, og um tað gongur, sum tað er ætlað, so verður startskotið fyri 10-mannaførunum klokkan 17.10.

 

Tá ið vestanstevnuróðurin verður av, vera tvær kappingar eftir í ár. Onnur verður á fjarðastevnu í Vestmanna um eina viku, og hin verður ólavsøkuaftan.

 

Niðanfyri sæst luttakaralistin, sum fyrr í vikuni varð kunngjørdur av Róðrarsambandinum. Onkrar broytingar eru síðani gjørdar, men tað ber ikki til at siga annað, enn at áhugin fyri at taka lut er stórur.

 

Seinnapartin kappast kvinnur í 6-mannaførum master fyri fyrstu ferð í ár. Talan er um FM kapping, har tann verður meistari, ið vinnur flest stig á trimum teimum síðstu stevnunum.

 

 

Barnaróður dreingir

Flaggið upp kl. 13.30

3 Silja          

4 Sílið

5 Ternan

6 Tekla

7 Royndin Fríða

8 Títtlingur

9 (Ver) Havfrúgvin

10 Jallurin

11 Frirvaldur

12 Drekin

13 Ørnin

14 Falkur

 

 

Barnaróður gentur

Flaggið upp kl. 13.50

3 Spógvin

4 Erla Kongsdóttir

5 Royndin Fríða

6 Falkur

7 Frúgvin

8 Fípan Fagra

9 (Ver) Pílur

10 Sílið

11 Strípan

12 Havfrúgvin

13 Kollur

14 Reyðkollur

15 Ørnin

 

 

6-mannafør Master kvinnur

Flaggið upp kl 1450                 

8 Riddarin

9 Fortuna

10 Gongurólvur

 

 

5-mannafør gentur

Flaggið upp kl. 15.10

4 Kollur                     

5 Royndin Fríða       

6 Sílið G                      

7 Falkur                  

8 Drekin                 

9 (Ver) Firvaldur    

10 Báran  G            

11 Havfrúgvin        

12 Beinta                   

13 Pílur  G                  

14 Hulda

 

Støðan

1 Firvaldur 28

2 Falkur 22

3 Drekin 17

4 Báran 17

5 Havfrúgvin 13

6 Hulda 7

8 Beinta 3

9 Svalan 2

10 Pílur 1                     

 

6-mannafør  kvinnur

Flaggið upp kl. 15.30

6 Skúgvur GG          

7 Janrbardur           

8 Sølmundur           

9 (Ver) Rádni         

10 Páll Fangi           

11 Fortuna   G        

 

Støðan

1 Rádni 28

2 Sølmundur 24

3 Páll Fangi 18

4 Fortuna 17

5 Jarnbardur 10

6 Skúgvur 9

 

5-mannafør dreingir

Flaggið upp kl. 15.50

4 Teistin                       

5 Jallurin   G                

6 Beinta                             

7 Junkarin                   

8 Tjaldrið                     

9 (Ver) Fípan Fagra G  

10 Frúgvin                    

11 Kollur  G                 

12 Sílið                         

13 Ritan                        

 

Støðan

1 Fípan Fagra 25

2 Tjaldrið 23

3 Junkarin 20

4 Frúgvin 20

5 Kollur 12

6 Sílið 5

7 Beinta 4

8 Teistin 3

 

6-mannafør menn

Flaggið upp kl. 16.10

7 Gongurólvur            

8 Hvessingur                

9 (Ver) Smyril            

10 Fortuna                  

11 Riddarin                    

 

Støðan

1 Smyril 28

2 Hvessingur 24

3 Fortuna 17

4 Gongurólvur 15

5 Páll Fangi 10

6 Strálan 3

 

5-mannafør kvinnur

Flaggið upp kl. 16.30

6 Frúgvin G                  

7 Tekla                          

8 Teistin                         

9 (Ver)Erla Kongsdóttir 

10 Fípan Fagra                     

11 Blikur                         

12 Drekin                        

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 27

2 Teistin 25

3 Fípan Fagra 20

4 Tekla 14

5 Frúgvin 11

6 Drekin 8

7 Blikur 4

 

8-mannafør

Flaggið upp kl. 16.50

7 Argjabáturin G           

8 Gullbrandur                     

9 (Ver) Nevið Reyða     

10 Knørrur G                 

 

Støðan

1 Nevið Reyða 26

2 Gullbrandur 25

3 Knørrur 21

4 Argjabáturin 16

5 Miðvingur 6

6 Tofta Regin 3

 

10-mannafør

Flaggið upp kl. 17.10

7 Drekin Reyði             

8 Ormurin Langi            

9 (Ver) Eysturoyingur   

10 Havnarbáturin G

 

Støðan

1 Eysturoyingur 28

2 Havnarbáturin 21

3 Drekin Reyði 20

4 Ormurin Langi 19

5 Suðuroyingur 3