Unn Petersen, formaður í ÍF, sigur, at nevndin í felagnum enn ikki hevur viðgjørt uppskotið, men at tað verður tikið upp ein av komandi døgunum. Tí kann hon heldur ikki siga nakað um, hvørt ÍF fer at atkvøða fyri ella ímóti uppskotinum hjá B68.
Sjálv heldur hon, at tað er nóg mikið við tveimum útlendingum á liðnum, men hon dugir ikki at siga, um felagið eisini hevur hesa støðu.
? Roknast kann við, at ÍF fer at hava okkurt útlendskt við í ár, men tað er ikki greitt, hvørjir ella hvussu nógvir hesir verða. Og tað verður eisini arbeitt við at fáa aðrar føroyskar spælarar á liðið, men einki er avgjørt enn, sigur Unn Petersen úr ÍF.










