Fámjin
Fámjin er ein av teimum kommununum, sum er eina best fyri í landinum upp á seg. Hon skyldar ikki eina krónu og inntøkurnar eru javnt góðar.
Men samstundis ásannar Bygdaráðið, at nógv liggur á láni og tað merkir eisini fíggjarætlanina hjá kommununi fyri komandi ár.
Á fundi í seinastu viku samtykti Bygdaráðið fíggjarætlanina einmælt.
Eftir henni skal Fámjins Kommuna næsta ár gera íløgur fyri 1,4 millión. Tað er nógv meiri, enn kommunan kundi gjørt eftir íløgukvotuni, hon hevur. Tí hevur kommunan verið noydd til at læna íløgukvotu frá øðrum kommununm í Suðuroy, sum ikki brúka sína kvotu næsta ár.
Annars verður mett, at kommunuskatturin í Fámjin næsta ár verður 1.950.000 krónur, men harumframt fær kommunan 80.000 í rentuinntøkum, samstundis sum hon ikki hevur eitt oyra í rentuútreiðslum. Restin av íløgunum, 900.000 krónur, verður tikið av pengunum, sum kommunan hevur á bók.
Av tí, at so nógv liggur á láni, heldur kommunan ikki, at tað er rætt at lækka skattaprosentið, hóast kommuan kundi havt ráð til tað.
Av tí sama er skattaprosentið aftur 16% næsta ár og barnafrádrátturin er 5.000 krónur fyri hvørt barnið.
Av íløgum, sum kommunan skal gera, er tað fyrst og fremst vegurin í bygdini, sum skal gerast, umframt renovatiónsplássið og kloakkir.
Ætlanin at brúka 500.000 krónur uppá ein veg í bygdini, sum er rættiliga illa farin. Talan er um vegin inn í Hviltabotn, sum tað eitur, tað er vegurin inn til kirkjugarðin. og ætlanin er nú at gera hann so góðan, at bilar kunnu koyra eftir honum.
Harumframt er ætlanin at gera kloakkir fyri 400.000 krónur og ætlanin er eisini at brúka uppá skúlahúsini, sum kommunan eigur. Enn er ikki greitt, hvat kommunan skal brúka húsini til, men Bygdaráðið heldur ikki at tað er rætt, at tey skulu forfella.
Annars skulu stórar íløgur gerast í vatnbrunn.
Í Fámjin búgva 110 fólk.









