Leygardagin verður hátíðarhald í Fámjin, tá ið tey taka sparkivøll í nýtslu Eisini fámjiningar hava nú fingið ein av vælumtókti sparkivøllunum, sum eru lagdir víða hvar kring landið.
Páskaaftan verður lítið hátíðarhald í bygdini, har ið vøllurin verður handaður fámjiningum og tikin alment í nýtslu.
Vøllurin er lagdur á stykkið, har smoltstøðin var áður og sum nú er hampað og fríðkað til endamálið.
Hátíðarhaldið byrjar klokkan 16 og tá fer gamla fótbóltskempan, Óli Johannesen, at sparka fyrsta bóltin, eftir at Óli Holm, fyrrverandi forseti í Fótbóltssambandinum, hevur handað bygdini vøllin.
Aftan á verður dystur ímillum kommunustýrislimir í Fámjin og aðrastaðni úr Suðuroy og síðani fara konur og menn úr Fámjin at renna posarenning á vøllinum.
Tá ið alt er liðugt, verður bygdarhúsið opið, har borðreitt verður við kakao, kaffi, bollum og kaku.