Fámjin brúkar mest

Kommunurnar í Fámjin og í Kvívík eru tær sum brúka mest av peningi fyri hvønn íbúgva til rakstur og íløgur.

Tað vísir eitt yvirlit frá Hagstovuni yvir rakstrar- og løguútreiðslur fyri hvønn íbúgva: Fámjins kommuna brúkar omanfyri 45.000 krónur og Kvívíkar kommuna omanfyri 40.000 krónur.

Hinvegin brúktu fýra kommunur niðanfyri 20.000 krónur uppá hvønn íbúgvan. Hesar kommunur vóru Viðareiðis, Tvøroyrar, Sands og Húsa kommunur.

Sagt verður tó, at hóast tað kann tykjast at stórur munur er á, so er ein natúrlig frágreiðing til hetta: Summar kommunur gera íløgur og dagføringar, meðan aðrar kommunur halda aftur í løtuni.

- Orsøkin til hetta er, at tær annaðhvørt hava dagført tænastur sínar, ella tí tær spara upp til at fremja dagføringar seinni, verður sagt av Hagstovuni.

Nevnast kann, at Tórshavnar Kommuna liggur á einum sætta plássi, og Skúvoyar kommuna á einum triðja plássi. Miðaltalið fyri allar kommunurnar kring landið er annars 28.800 krónur til hvønn íbúgva.