ÍF misti trygga leiðslu

Í steðginum var lagið gott á fuglfirðingunum, sum í góðveðrinum høvdu leitað sær út á Svangaskarð seinnapartin. ÍF var frammanfyri 2-0. Bartal Eliasen setti hol á beinanvegin, og mitt í 1. hálvleiki økti Atli Petersen.

Eftir steðgin tók B68 sær meiri um reiggj, og teimum eydnaðist at skjóta trý mál. Alexandro Castillio minkaði um munin eftir eitt korter, Dánial Hansen javnaði til 2-2 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Alexandro skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

Síðstu løtuna vísti dómarin, Ransin N. Djurhuus, einum úr hvørjum partinum av vøllinum. Fyrst sá innskifti Dánial Petur Højgaard hjá ÍF reytt, og í síðstu løtu var Øssur Hansen hjá B68 rikin av vøllinum.