ÍF missir útlendingar

Tá ið ÍF leygardagin spældi seinasta dyst fyri summarsteðgin, var tað samstundis seinasti dysturin hjá tveimum av útlendsku spælarunum á liðnum. Elvan Taser og Ahmin Fallah komu báðir úr Danmark til Fuglafirðar at spæla fótbólt, men teir fara nú av landinum aftur. Elvan Taser hevur gjørt fleiri mál fyri ÍF seinastu umførini, og leygardagin var hann eisini annar av málskjúttunum í dystinum ímóti KÍ.