ÍF-B36
ÍF er ikki longur ósigrað. Tað syrgdu teir í B36 fyri sunnudagin. Uppskriftin var einføld. Mikkjal Thomassen og serliga Ingi Højsted, ið var so mikið uppsettur, at tað var mest sum ov mikið av tí góða, høvdu væl meiri tyngd, enn teir á sentrala miðvøllinum hjá heimaliðnum í Fuglafirði høvdu. Bæði í stríðnum á jørðini og í luftini.
ÍF tóktist ikki trívast nakað serligt, tá ið mótstøðumenninir vóru ágangandi og kompromiðleysir. Talan varð ongantíð um serliga samanhangandi fótbóltsspæl. Heldur var talan um nógvar nærdystir og hart stríð um returbóltarnar, og í tí stríðnum var B36 omaná.
Fuglfirðingar tóktust ikki hava nóg gott tak á vøllinum, um tað ber til at siga tað soleiðis. Teir gloymdu at skipa seg, sum teir áttu at havt gjørt á heimavølli. Ov nógvir høvdu ov nógv fokus á bóltinum og eltu hann ov nógv. Tað bar við sær, at onnur øki lógu tóm, og at mótstøðumenninir fingu ov stórt rásarúm.
B36 megnaði betri at dekka vøllin, B36 hevði størri tyngd, og teir vístu størri stríðsvilja. Fyrstu lítlu løtuna tóktist tað sum um, at heimaliðið ætlaði sær at halda fram við tí, sum teir higartil høvdu fingið góða úrstøku buturúr. Men tað var skjótt, at tað varð gerandisdagur hjá teimum, og kanska var ein orsøkin, at teir ? sjálvandi ikki tilvitað - undan uppgerðini høvdu armarnar ov ovarlaga. Teir tóktust ikki sinniliga tunaðir til so skrappan lút, sum tann teir í B36 høvdu til teirra.
Gestirnir høvdu umskipað liðið. Tað vóru teir noyddir til, tí miðverjin og liðformaðurin, Pól Thorsteinsson, var sjúkur. Fróði Benjaminsen, sum næstsíðsta sunnudag var í álopinum, var hesa ferð í miðverjuni saman við Herbert í Lon Jacobsen. Fyrstu tríggjar fjórðingarnar av tíðini megnaðu teir at halda fuglfirðingum frá uppløgdum málmøguleikum. Onkrar hissini royndir vóru úti frá, men tær vóru oftast óneyvar, og Jákup Mikkelsen, sum aftur hesa ferð var sera tryggur í málinum, varð ikki settur á stórvegis royndir.
Avgerandi løtan
Tá ið ein hálvur stórur tími var farin, hevði B36 havt fleiri upplagdar møguleikar, og tá høvdu teir skorað tey bæði málini, sum vóru orsøk til, at útisigurin í 2. hálvleiki ongantíð var í vanda. Tað, sum eftir var, gekk fyri seg eftir teirra treytum.
Hesa ferð var Óbi frá fyrsta bríksli undir liðini á Allani Mørkøre í B36 álopinum, og teir báðir saman við miðvallaranum í vinstru, Eyðuni Højgaard, møguleikar at gera mál, uttan at tað eydnaðist.
Tá ið stórt korter var farið, vóru álopsspælararnir meistarar fyri fyrra málinum. Eftir framlegging frá Mikkjali Thomassen streyk Allan Mørkøre ígjøgnum í høgru og legði innfyri málið, har Óbi við handara stólpan stýrdi bóltinum í málið til 1-0 B36 leiðslu.
Eina ferð afturat eydnaðist tað at fáa bóltin í málið aftanfyri Allan Joensen, sum var komin fyri seg eftir løstin, sum hann fekk á Skála næstsíðsta sunnudag.
Tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum, tá ið Kenneth Jacobsen sendi bóltin í málið. Støðan stóðst eftir frísparksinnlegg frá Mikkjali Thomassen úr høgru. ÍF verjan megnaði ikki at beina bóltinum so langt burtur, at vandin var av, og so smekkaði vongverjin í høgru til. B36 var frammanfyri 2-0, og ÍF megnaði ikki at svara aftur.
Heimatrýst
Kenneth Jacobsen varð rikin av vøllinum miðskeiðis í 2. hálvleiki orsaka av meiningsleysari sparking av mótstøðumanni næstan á miðjum vølli. Tá ið fuglfirðingar vóru ein fleiri á vøllinum tóktist tað sum um, at eitt mál skuldi koma afturat. ÍF slepti í verjupartinum, tá ið teir royndu at leggja trýst á, og teir høvdu tríggjar góðar møguleikar.
Í hinum endanum var fleiri ferðir um reppið, at Óbi, sum var einsamallur á toppinum, eftir at Allan Mørkøre var farin aftur á vongverjan í høgru, gjørdist púra blankur, men hann varð hvørja ferðina veittraður rangstaddur bara eitt sindur frammanfyri miðstrikuna.
Bartal Eliasen og Magni á Lakjuni gjørdust báðir leysir í vinstru, men báðir kiksaðu, tá ið Jákup Mikkelsen leyp út ímóti teimum. Bartal lyfti bóltin dygst framvið handara stólpanum, og Magni lyfti bóltin upp um málið. Tað kendist sum um, at ÍF skjótt kundi havt tikið seg upp á javnt, um teir høvdu fingið hol á beinanvegin, eftir at B36 hevði mist ein mann, men teir fingu ikki bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Størsta ÍF møguleikan fekk innskifti Sylla ikki so langt undan dystarenda. Eftir frísparksinnlegg úr høgru var hann púra blankur stutt úr handara stólpanum, men honum eydnaðist ikki at fáa fótin á bóltin.