Fámará-málið dregur út

Tað gongur oftast long tíð, frá tí at ein kæra verður send inn, til endalig avgerð verður tikin.

Hetta er málið um Fámará eitt gott dømi um.

25. juni avgjørdi Búnaðarstovan, hvør skuldi hava festið í Fámará, og nakrar vikur aftaná kærdi Johan í Kollafirði og sakførari hansara avgerðina.

Teir kærdu eisini Búnaðarstovuna og sakførara hennara, og málið varð tí latið Fiskimálaráðnum at viðgera.

Síðan hava partarnir skifst um at gera viðmerkingar, og ferð eftir ferð er freistin at koma við viðmerkingum longd.

Í dag er freistin enn eina ferð longd. Nú er hon sett til 30. oktober, og koma ikki fleiri viðmerkingar av týdningi, fer tá undir sjálva viðgerðina av kærumálinum.