Fámæltur sangari

Ronan Keating prógvaði seg sum óføran sangara við góðari rødd, tá hann fór á pall fríggjakvøldið á ársins Summarfestivali.
Men hinvegin var ikki nógv um mannin, tá miðlafólk royndu a fáa orð á hann.

Royndin at fáa orð á mannin, tá hann skrivaði seg inn á gistingarhús í Havn, eydnaðist ikki, tí Keating royndi bara at sleppa sær innar so skjótt og so ósæddur sum gjørligt.

Miðlafólk høvdu annars fingið at vita, at møguleiki var at seta spurningar fríggjakvøldið, men eisini komu boð um, at hetta var ávísar tíð og bert í fáar minuttir, kanska fimm, og at útvørp, sjónvarp og onnur so máttu býta hetta millum sín.

Nú er tað so, at ofta eru tað ikki stjørnurnar sjálvar, sum seta slíkar treytir, men heldur fólkini, ið taka sær av teimum. Og soleiðis hevur helst eisini verið hesaferð, tí seinni frættist, at Keating var bæði blíður og fyrikomandi, tá hann eftir konsertina var eitt sindur millum fólk aftanfyri pallin, men stóra fólksliga stjørnan vísti hann seg ikki at vera á ferðini í Føroyum, so sum vit onkutíð áður hava sæð, tá stjørnur vitja, og bliva góð við land og fólk, og næstan ikki hava hug at fara avstað aftur.

Men hinvegin var Keating komin til Føroya fyri at syngja, ikki fyri at práta, og hann sang eisini sum ein eingil, og so er alt annað í veruleikanum líkamikið.